Í Kommunuhúsinum er skrivstova Kommunufelagsins. Her eru eisini skrivstovurnar hjá Barnaverndarstovu Føroya og hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Tilsamans starvast 10 fólk í húsinum. Húsið verður eisini brúkt til fundir hjá hesum stovnum og hjá einstøku limunum, tá tørvur er á tí.

Endamálið hjá skrivstovu Kommunufelagsns er at útinna tær avgerðir, ið stýrið tekur. Skrivstovan er eisini bindilið millum limakommunurnar. Hon samskipar virksemið hjá teimum og umboðar tær mótvegis landsmyndugleikum o.ø. Eisini ger hon kunningartilfar, eins og hon ráðgevur og førleikamennir kommunurnar.

Barnaverndarstovan er felagskommunalur stovnur við heimild í løgtingslógini um barnavernd. Aðaluppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru m.a. at umsita Fosturforeldraskipanina og Barnahúsið, umframt at veita barnaverndartænastunum kring landið holla vegleiðing og ráðgeving, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum á barnaverndarøkinum, at styrkja og samskipa barnaverndarøkið, og at fáa til vega hagtøl og at skipa fyri gransking og menning á økinum. SSP-samstarvið er eisini partur av Barnaverndarstovuni.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er kommunalur felagsskapur, sum kommunurnar, IRF og SEV eru saman um. Endamál felagsins er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna. Limirnir standa fyri rakstrinum av felagnum.

Stjórin í Kommunufelagnum hevur leiðsluna í Kommunuhúsinum um hendi.