Kommunufelagið røkir áhugamálini hjá kommununum mótvegis lands- og ríkismyndugleikum.

Starvsfólk Kommunufelagsins luttaka í arbeiðsbólkum, har mál, sum hava við kommunurnar at gera, eru til viðgerðar. 

Kommunufelagið skipar fyri skeiðum í kommunalum viðurskiftum og stendur fyri kunning til kommunurnar.

Kommunufelagið er samskipari í kommunalum áhugamálum.

Starvsfólk Kommunufelagsins ráðgeva og vegleiða kommunalpolitikarum og kommunalum starvsfólkum í almennum spurningum eins og í ivamálum.