Stórar avbjóðingar fyri framman

Kommunufelagið helt ársaðalfund fríggjadagin 21. apríl, har Dennis Holm í síni formansfrágreiðing staðfesti, at lokala fólkaræðið í Føroyum hevur tað gott. Valluttøkan á seinasta kommunuvali var í meðal sløk 84%, sum er met í norðurlendskum samanhangi. Somuleiðis kann staðfestast, at valluttøkan var vaksandi frá 2012 til 2016 í 26 av teimum 29 kommununum. Hetta er ein gongd, ið vit sum samfelag kunna verða errin um, tí tað merkir, at borgarin í Føroyum hevur áhuga fyri lokalum viðurskiftum. Og hetta ber ikki minst boð um, at borgarar kenna seg at hava veruliga ávirkan á politikkin í lokalsamfelagnum, metti formaðurin.

- Hetta setir tó eisini krøv til tey, sum hava fingið í lut at umboða lokala fólkaræðið. Kommunurnar í Føroyum standa fyri stórum avbjóðingum. Týðandi vælferðartænastur eru lagdar kommununum at fyrisita. Tað setir fyrisitingarlig og fíggjarlig krøv til kommunurnar og tey, sum manna bý- og bygdaráðini. Gongdin í samfelagnum er góð. Hóttandi fólkafráflytingin, sum var so eyðsýnd fyri nøkrum árum síðani, er steðgað í flestu pørtum av landinum. Fleiri tykjast at velja Føroyar. Positiva avbjóðingin hjá kommununum er í dag at hýsa øllum, at skipa karmar og tryggja øllum okkara starvsmøguleikar – og ikki minst at ansa eftir eisini at tryggja teimum, sum taka við eftir okkum, somu góðu umstøður at liva og virka í Føroyum.

- Hesi málini verða best rokkin í einum sterkum felagsskapi, sum skal flyta okkum saman fram á leið – eisini tey øki, sum ikki hava merkt so nógv til búskaparligu framgongdina seinastu árini, vísti Dennis Holm á.

Formaður gjørdi greitt, at sum kommunufelag hava vit eina skyldu til áhaldandi at verja sjálvsavgerðarrættin hjá  kommununum, soleiðis at eisini tey, ið eftir okkum koma, fara at hava tann framíhjárætt at skipa seg í lokalar eindir við heimildum at skipa og ávirka egin viðurskifti.

Áhugin millum kommunustýrislimirnar fyri aðalfundurin má sigast at vera rættiliga stórur, tí stívliga helmingurin av øllum teimum fólkavaldu kring landið tók lut.

Bæði ársfrágreiðingin     og framløga formansins     eru at finna her á heimasíðuni.

 

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 2017-07-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-06-15
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-06-13
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-04-28
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-04-24
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-28
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-15
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-10
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-02-17
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-02-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-27
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-12
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-05