Ruskveiða í Leirvíkar Havn

Leirvíkar Havn luttekur, saman við lokalum samstarvsfeløgum og trolbátum, sum hoyra heima har, í átakinum Ruskveiða. Burturkast, sum kemur í trolið, verður lagt uppá land, talt upp og beint burtur á tryggan hátt.

Trolið umborð á trolbátinum Búgvanum er júst komið á dekkið. Væl av fiski er í. Teir hava roynt á landleiðini hendan túrin og væl hevur verið at fingið. Tó er ikki bara fiskur í trolinum. Í millum blonku fiskarnar eisini nakað av burturkasti, mest plastinnpakningur og onkur metallutur.

Tað kemur meir enn so fyri, at trolbátarnir Sigatindur, Jens Leon, Olga Maria og Búgvin fáa burturkast av ymsum slag í trolið. Fyri tað mesta smáar lutir, men eisini størri lutir, sum tarna fiskiskapinum. Trolið má tømast fyri burturkast og lutirnir takast við til lands, har teir verða lagdir upp í havnini í Leirvík.

Ruskveiða ella Fishing for Litter er eitt átak, sum kommunali umhvørvisfelagsskapurin KIMO, Kommunenes Internationale MiljøOrganisation, samskipar í fleiri londum kring okkum. Tað er Kommunufelagið, sum umboðar KIMO í Føroyum.

Átakið er bygt á, at trolbátar fáa ein serligan ruskposa umborð, sum burturkastið úr trolinum verður savnað í. Trolbáturin leggur síðani posan uppá land, innihaldið verður vigað og flokkað eftir ymsum sløgum av burturkasti og síðani beint burtur á tryggan hátt. Alt hetta uttan kostnað fyri trolbátin.
 

Jónsvein Joensen og Jóan Pauli Eyðsteinsson, dekkari og skipari umborð á ”Búgvanum” við einum posa, sum er komin í land. Teir greiða frá, at tá teir royna á landleiðini um summarið, er ikki so nógv rusk í trolinum, men tá teir eru á havtaskuveiðu seinni á árinum, m.a. úti á Skeivabanka, plagar at vera væl meira av ruski í.
 

Av tí, at burturkastið í átakinum verður flokkað og talt upp, ber til at fylgja við í, hvørji sløg av burturkasti flóta í havinum kring Føroyar og ætlast kann um nøgdirnar og hvaðan burturkastið kemur. Tá hendan vitanin er fingin til vega, er lættari at peika á keldurnar til burturkastið og síðani byrgja fyri, at lutirnir yvirhøvur enda í havinum og verða burturkast hjá skipum og bátum, at fiska uppaftur.

Átakið byrjaði 1. mars og síðani eru nakrir posar lagdir uppá land í Leirvík. Fyrstu ábendingarnar eru, at tað serliga er plastinnpakningur av ymsum slagi, sum verður fiskaður upp.

Ruskveiða er samstarv millum Kommunufelagið, trolbátarnar, Leirvíkar Havn, IRF og Kongshavnar havnarstýri. Samskipari í átakinum er Bergmann Finnsson frá BF-konsult.

Meira er at finna um Fishing for Litter og KIMO her: http://www.kimointernational.org/fishing-for-litter/ og http://www.kimointernational.org/news/fishing-for-litter-scotland-lands-its-1000th-tonne-of-marine-litter/

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 2017-07-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-06-15
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-06-13
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-04-28
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-04-24
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-28
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-15
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-10
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-02-17
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-02-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-27
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-12
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-05