Skeið fyri nývaldum kommunustýrislimum um kommunulógina og kommunustýrisarbeiðið.

Skeiðini verða hildin í hesum støðum:

  • 16. januar í Sandoynni, Hotel Skálavík
  • 17. januar í Suðuroynni, Skeiðsdepilin í Vági
  • 18. januar í Streymoy, KF húsið, R.C. Effersøesgøta 30
  • 19. januar í Eysturoynni, mentanarhøllin í Eiðis skúla  
  • 20. januar í Norðoyggjum, býráðshøllin, Klaksvíkar kommuna.

Skriv um hetta kann heintast her.

22.11.2016: Fyrisitingarrættur og alment innlit. Skráin kann heintast her.

Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum grundleggjandi fatan av vanliga fyrisitingarrættinum og reglunum um innlit.

04.05.2015: Samráðingar. Skráin kann heintast her.

Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum góð amboð og góð ráð, sum kunnu nýtast í samráðingarhøpi og til at handfara ymiskar samráðingarstøður

Skeiðið er ætlað kommunustýrislimum, stjórum, leiðarum, deildarleiðarum, millumleiðarum og starvsfólki í fyrisitingunum/deildum, ið fáast við samráðingar av ymiskum slagi og á ymiskum økjum.

26.05.2015: Demens í norðurlondum. Skrá og tilmelding kann heintast her.

Her verður kunnað um netverk sum eru í umbúna at seta í verk og sjóneyka sett á velferðartøkni sum eitt hjálpartól i arbeiðinum við demens.

Seminarið, sum er fyri politikarar, myndugleikar og fakfólk, er uttan kostnað, men vegna fyrireiking skal tilmeldast.