Kommunufelagið kann ikki góðtaka framferðina hjá Mentamálaráðnum

Kommunufelagið og Tórshavnar kommuna hava tikið stig til endaliga at fáa avgreitt ósemjuna ímillum Mentamálaráðið og kommunurnar um, hvussu ásetingin um kærumyndugleika á dagstovnaøkinum skal tulkast. Í hesum sambandi skulu vit greiða alment frá okkara sjónarmiðum.

Kommunufelagið hevur ongantíð góðtikið, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki í vanligum starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini. Grundgevingarnar fyri okkara støðu eru í stuttum hesar:

Kommunufelagið er ivaleyst í, at tað ikki hevur verið ætlanin hjá lóggevandi myndugleikanum, Føroya løgtingi, at vanlig starvsfólkamál skulu kunnu kærast sambært dagstovnalógini. Somuleiðis er  felagið av teirri fatan, at hvørki landsumsitingin ella politiski myndugleikin ynskja, at tað skal verða galdandi siðvenja, at starvsfólk á dagstovnaøkinum, sum einasti starvsbólkur hjá kommununum, skal hava kærurætt til ein landsmyndugleika. Í triðja lagi metir felagið, at tað er prinsipielt skeivt, at ein starvsbólkur skal hava framíhjá kærurætt í starvsfólkamálum.

Felagið kann staðfesta, at Mentamálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið nú hava ætlanir um at nýta evsta amboðið at revsa kommunustýrislimir – dagbøtur. Hetta verður gjørt, tí Tórshavnar kommuna ikki kann góðtaka eina tulking av dagstovnalógini, sum er í andsøgn við ætlanina hjá lóggávuvaldinum, og sum leggur upp til eina siðvenju, ið øll halda er skilaleys, og sum eingin saklig grundgeving annars er fyri.

 

Dagstovnalógin

Tá ið ábyrgdin av dagstovnaøkinum varð flutt kommunum 1. juli 2000, var grundarlagið undir hesi umskipan Dagstovnalógin, “Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt.”

Lógin skuldi á sama hátt sum seinnu lógirnar, Barnaverndarlógin í 2005 og Eldralógin í 2014,  vera ein karmalóg, har kommunurnar innan ásettar karmar skuldu hava frælsi at skipa egin viðurskifti.

Í dagstovnalógini § 11, stk. 1  er ásett,  at  “Avgerðir tiknar av kommununi sambært hesi lóg, kunna kærast til landsstýrismannin.” Í viðmerkingunum til greinina stendur, at “Við hesi grein verður møguligt hjá foreldrum ella verjum at børnum í skipanini ella hjá stovnum í kommununi at kæra avgerðir, tiknar av kommununi sambært hesi lóg.”

Eingin ivi er um, at talan her er um ein rætt hjá foreldrum og verjum ella stovnum í kommununum at kæra um tær tænastur, sum verða veittar sambært lógini.

At lóggávuvaldið ikki hevur ætlað, at hetta skal vera ein heimild at kæra hvørja setan, uppsøgn, ávaring ella lønarflokking v.m., ber § 11, stk. 4, greið boð um. Orðaljóðið er: “Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 verður løgd til eina kærunevnd.” Í viðmerkingunum til lógina verður kærunevndin í Almannamálum nevnd. Eingin kann ímynda sær, at starvsfólkamál skuldu kunnað verið løgd fyri kærunevndina í almannamálum.

Tað er tí sjálvsagt fyri øll, at ætlanin ikki hevur verið, at starvsfólkaviðurskifti skulu kunna kærast til aðalráðið, tí flest allar avgerðir viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftum eru grundaðar á vanligar, starvsfólkarættarligar meginreglur, og ikki á ásetingar í serlóggávu.

Helst ber til at grundgeva fyri, at starvsfólkamál í heilt serstøkum førum – sum til dømis tá ivi kann vera um, hvørt ein dagstovnur ella ein dagrøktarskipan setur leiðara í starv sambært ásetingunum í lógini – kann vera at meta sum avgerð sambært dagstovnalógini. Í flestøllum øðrum førum ber harafturímóti ikki til at grundgeva fyri, at avgerðir um starvsfólkamál á dagstovnaøkinum eru at meta sum “avgerðir....sambært hesi lóg”, av tí at avgerðirnar sum allaroftast eru grundaðar á vanligar starvsfólkarættarligar meginreglur, og ikki á ásetingar í dagstovnalógini.

Hetta, at kunna kæra um vanlig starvsfólkaviðurskifti, hevði eisini verið í greiðari andsøgn við sjálvræðið hjá kommununum at kunna skipa og hava ræði á egnum viðurskiftum, og tað hevði verið at givið starvsfólki á dagstovnaøkinum heilt øðrvísi rættindi, enn tað sum er galdandi fyri starvsfólk á øllum øðrum kommunalum starvsøkjum.

 

Mentamálaráðið

Seinast sama tvístøða var til viðgerðar var í 2014, og í tí sambandi viðmerkti Mentamálaráðið í skrivi til Almannamálaráðið, dagfest 21. juli 2014, at “Annars skal vera sagt frá, at landsstýrismaðurin umhugsar í løtuni at broyta galdandi dagstovnalóg soleiðis, at kommunalt sett fólk innan dagstovnaøkið ikki fáa ein rætt, sum eingin annar kommunalt settur hevur at kæra í førum sum hesum.”

Við øðrum orðum: Mentamálaráðið umhugsar at broyta lógina soleiðis, at Mentamálaráðið eisini kann tulka lógina soleiðis, sum øll onnur longu tulka lógina.

Men síðani eru 3 ár liðin, og einki er hent. Hetta hóast øll, trúliga eisini Mentamálaráðið, meta, at tulkingin hjá Mentamálaráðnum er óheppin.

 

Útleggingar av øðrum málsøkjum 

Onnur málsøki eru síðani løgd kommununum at umsita. Talan er um barnavernd í 2005 og eldraøkið í 2015. Ongantíð hevur verið umrøtt, at starvsfólkabólkar á hesum økjum skulu kunna hava rætt at kæra starvsfólkamál til eitt aðalráð.

Hinvegin er nágreinað, bæði í barnaverndarlógini og í lógini um eldratænastur, at kærast kann bert um tænastur sambært lógini. T.d. í § 20 løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014 um eldratænastur stendur, at “Avgerðir um tænastur sambært hesi lóg kunnu kærast til kærunevndina í Almanna- og heilsumálum.”  Í viðmerkingunum verður staðfest, at talan er um vanligu kæruásetingina, sum er galdandi í allari lóggávu á almannaøkinum. Kæruheimildin fevnir um fyrisitingarligar avgerðir um tænastur, sum verða veittar sambært hesi lóg.

Í hesum førum er sjálvsagt, at talan ikki kann verða um starvsfólkamál. Okkara greiða fatan er, at ynskið í Fíggjarmálaráðnum, í Heilsu- og innlendismálaráðnum, eins og í Almannamálaráðnum er, at starvsfólkamál heldur ikki skulu kunna verða kærd á dagstovnaøkinum.

 

Eingin annar útvegur

Kommunurnar síggja sær tí ikki annan útveg enn at leggja málið fyri rættin til støðutakan. Kommunustýrislimir hava seinastu vikurnar havt eina hóttan um dagbøtur hangandi yvir sær, og hóast Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið, bæði í felag og hvør sær, hava roynt at sannføra Mentamálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið um at steðga ætlanini um dagbøtur, so er hetta sum at sletta vatn á gás.

Tað tykist tíverri sum um, at hetta málið skal ganga sína gongd á ein hátt, sum annars er best kendur frá víðagitnu skaldsøguni hjá Franz Kafka: vit og skil skal kastast yvir borð, rættvísi og rímiligheit hevur minni ella ongan týdning, men prosessin – hon skal halda áfram.

Løgfrøðin í Mentamálaráðnum, embætisfólk í Heilsu- og innlendismálaráðnum, umframt starvsfólk í kommunala geiranum, hava nú, hvør í sinum lag brúkt 10 tals tímar til at klandrast um eitt mál, sum í veruleikanum ikki er eitt klandursmál. Øll eru samd um, at lógin átti at verða soleiðis, sum Kommunufelagið tulkar lógin. Er veruleikin hinvegin soleiðis, sum Mentamálaráðið tulkar málið, so átti lógin at verða broytt. Hetta skuldi sjálvsagt verið hent longu, tá ið tulkingarósemjan tók seg upp á fyrsta sinni. Tað hevði tikið einum løgfrøðingi í Mentamálaráðnum 10 minuttir at framt hesa broyting.

Men Mentamálaráðið hevur øll hesi árini ligið omaná málinum og hevur harumframt í fleiri umførum brúkt nógva orka til at tvíhalda um og grundgeva fyri nøkrum, sum øll – eisini Mentamálaráðið sjálvt, halda er burturvið.

Kommunufelagið

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 2017-07-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-06-15
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-06-13
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-04-28
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-04-24
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-28
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-15
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-10
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-02-17
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-02-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-27
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-12
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-05