Barnaverndarstovan

Kafékvøld

25. oktober 2016

Skipað verður nú aftur fyri kafékvøldi fyri fosturforeldur. Øll fosturforeldur verða tí biðin um at seta kross í kalendaran við mikukvøldið 2. november.

Evnið hetta kvøldið er samvera. Talan er um eitt hugnakvøld, har fosturforeldur í smærri bólkum práta um ymsar avbjóðingar, ið tey hitta í sínum gerandisdegi, og sum fosturforeldur helst handfara á ymsan hátt – hvør í sínum lagi.

Kafékvøldið verður hesa ferð í nýggju hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C.Effersøesgøtu 26. Vit byrja kl. 19.00 og enda kl. 21.00.
 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo