Barnaverndarstovan

Kveikingardagurin 2016

24. oktober 2016

Árligi kveikingardagurin, sum SSP skipar fyri, verður hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 4. november, kl. 9-16.

Við kveikingardegnum ynskir SSP, at fólk hittast tvørtur um fakmørk, og har rættindini hjá børnum og ungum til eitt virðiligt lív standa í fremstu røð.

Sum vant er nógv áhugavert á skránni – m.a.:

  • Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum: Øll hava ynski um eitt gott lív.
  • Anne Lindhardt, yvirlækni og forkvinna í Psykiatrifonden: Det uperfekte menneske har ikke længere sin gang på jorden.
  • Andy Højholdt, lektari á Professionsskolen Metropol: Tvørprofessionelt samstarv sum lærusetningur og í verki.
  • Andriása Dam Joensen, Ph.d.-lesandi: TíTT – at síggja børn í eini viðkvæmari støðu.
  • Kjeld Fredens, professari á Institut for Læring og filosofi á Aalborg Universitet: At vaksa inn í framtíðina.

Luttøka er ókeypis.

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 28. oktober, og enn eru nøkur pláss eftir. Til ber at melda seg til kveikingardagin við at senda ein teldupost til or@bvs.fo

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo