Barnaverndarstovan

Skeið fyri øll fosturforeldur

07. september 2016

11. oktober verður eitt skeið, sum er ætlað øllum fosturforeldrum. Evnið er børn og ung, sum eru sett til fosturs, har illgruni er um, at tey hava verið fyri kynsligum ágangi.

Tað kann vera trupult at at síggja tekin um, at eitt barn hevur verið fyri kynsligum ágangi. Og tað kann vera torført at vita, hvussu vit fáa hjálpt børnunum, um so er, at tey hava verið fyri ágangi.

Spurningar kunnu stinga seg upp, sum t.d:

- Hvussu varnast vit, um barnið hevur verið fyri kynsligum ágangi?
- Hvussu kann eg síggja tekin um ágang?
- Hvussu fái eg hjálpt barninum, um so er, at tað hevur verið fyri ágangi?

Hesar spurningar og aðrar við fer Margrethe W. Aasland at viðgera á skeiðnum, sum verður í hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C.Effersøesgøtu 30, týsdagin, 11. oktober, klokkan 9-16. Margrete Wiede Aasland er norskur serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving og viðgerð. Hon veitir viðgerð, undirvísir og hevur eisini skrivað bøkur um evnið.

Hennara serøki eru kynsligur ágangur móti børnum, børn og sexualitetur, eins og ungdómur og sexualitetur.

Tað er Sig frá verkætlanin undir Almannamálaráðnum, sum í samstarvi við Barnaverndarstovuna bjóðar øllum fosturforeldrum hetta skeiðið.

Øll, sum eru fosturforeldur í okkara skipan, eru vælkomin at taka lut.

Vinaliga, teknið tykkum á bvs@bvs.fo, í seinasta lagi mánadagin 3.oktober.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo