Kommunufelagið
Kommunufelagið er felagið hjá føroysku kommununum. Endamál felagsins er at virka fyri felags áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði og betri samstarvi millum kommunurnar. Arbeitt verður fyri greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og at kommunali myndugleikin verður styrktur.