Barnaverndarstovan

Tekna tað: Skeið í grafiskari fasilitering

16. mai 2018

Skipað verður fyri skeiði í grafiskari fasilitering mánadagin 18. juni 2018  kl. 9 til 15 í hølunum í R.C. Effersøesgøtu 30. Byrjað verður við morgunmati kl. 8.30.

Grafisk fasilitering roynir við tekningum at gera sjónarmiðini, sum koma fram á fundum, týðilig og greið, so allir luttakarar hava nakað felags at byggja á. Hetta styrkir samstarvið og kann gera tað lættari at finna loysnir saman. Tað er ikki neyðugt at duga at tekna frammanundan.

Á skeiðinum lærir tú einfalda tekniháttin, sum verður nýttur til endamálið. Talan er um eitt hent amboð hjá teimum, sum arbeiða við samstarvi millum ymsar partar, ið skulu røkka einum felags máli, til dømis sum strembað verður eftir á barnaverndarøkinum.

Her er eitt sindur um Grafiska fasilitering: https://www.youtube.com/watch?v=S5DJC6LaOCI og http://www.bituff.com/fasilitering/

Vinaliga boða armgard@kf.fo frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 1. juni 2018. Kostnaðurin fyri skeiðið er 2000 kr.

Skeiðið er treytað av nóg stórari undirtøku.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo