Áhugaverdur evnisdagur

Kommunufelagið skipaði fríggjadagin 3. februar fyri einum evnisdegi um øktu ábyrgdina, ið kommunurnar hava fingið, tá nýggja Bygningskunngerðin (BK17) varð sett í gildi 1. januar 2017. Stóru áhugi var fyri degnum og fleiri enn 80 luttakarar høvdu meldað seg til.

Marius Müller, deildarleiðari á byggi- og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, gjøgnumgekk høvuðsinnihaldið í kunngerðini, og umrøtt varð, hvussu kommunurnar skulu taka við avbjóðingini. Flestu vóru á einum máli um, at neyðugt er við samstarvi millum kommunurnar, tí nýggja lóggávan kemur at seta munandi krøv til umsiting og málsviðgerð.

Áhugavert verður tí at síggja, hvussu einstøku kommunurnar fara at taka við hesi nýggju uppgávuni.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 2017-07-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-06-15
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-06-13
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-04-28
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-04-24
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-28
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-15
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-03-10
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-02-17
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-02-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-27
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-12
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-06
KOMMUNUFELAGIÐ 2017-01-05